

Dimmalætting verður eitt sonevnt mánaðarblað.
Hetta merkir, at Dimmalætting fer at koma út eina ferð um mánaðin heldur enn eina ferð um vikuna.
Jonhard Hammer, sum í fyrstu syftu fær ábyrgdina av Dimmu, sigur í samrøðu við Útvarpið, at øll starvsfólkini hava fingið boðið at halda fram.
Hoyr samrøðuna her
29. desember í fjør kunngjørdu eigararnir av Dimmalætting og Sosialinum, at virksemið hjá báðum miðlunum fór at verða lagt saman frá 1. januar 2023 at rokna.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo