Skal eg velja ímillum frið og rættvísi, so velji eg rættvísi
- Theodore Roosevelt

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar til fyrispurning 52-058/2022 frá Erhard Joensen, løgtingsmanni, settur Dennis Holm, landsstýrismanni í fiskivinnu- og samferðslumálum, um fígging av Suðuroyartunlinum

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvørjir møguligir fíggingarleistir til Suðuroyartunnilin fyriliggja ítøkiliga, sum landsstýrismaðurin vísir á í samrøðu við Kringvarpið tann 22. desember 2022?

2. Ætlar landsstýrismaðurin undir fyrireikingunum at kanna, um statslán frá Danmark er ein møguleiki til at fíggja Suðuroyartunnilin?

Svar til spurning 1
Fólkatalið í Føroyum var 54.227 hin 1. desembur 2022. Í Suðuroy búgva 4.663 fólk, sum svarar til 8,6%. Nú Sandoyartunnilin letur upp fyri ferðslu í ár, fara 90,6 % av Føroya fólki at hava fast vegasamband. Einasta stóra oyggj, sum so ikki hevur fast vegasamband, verður Suðuroy. Tá Suðuroyartunnilin er gjørdur, verða 99,4% av Føroya fólki knýtt saman í eitt vegakervi.

Samgongan hevur sett sær fyri, at Føroyar skulu bindast saman, soleiðis at vit kunna búgva, virka, arbeiða og ferðast í øllum landinum undir javnbjóðis treytum.

P/F Suðuroyartunnil er málsøki, sum løgmaður umsitur. Eftir ætlan verður heimilað partafelagnum at gera allar neyðugar kanningar í sambandi við Suðuroyartunnilin. Miðað verður eftir, at kanningarnar verða lidnar við ársenda í 2024. Samstundis verður ein haldføriskanning gjørd, og ein fíggingarleistur verður funnin.

Málið um fíggingarleist fyri Suðuroyartunnilin hevur verið alment frammi í nøkur ár og er millum annað viðgjørt í frágreiðingum. Sí fótnotur. 1 og 2

Føroyar hava góðar royndir við at lata almenn partafeløg standa fyri bygging og rakstri av undirsjóvartunlum. Fíggingarleisturin fyri tunnilsfeløgini er, at ein partur verður fíggjaður av landinum við at skjóta partapening í feløgini, og ein partur verður fíggjaður við brúkaragjøldum. Feløgini sjálvi útvega fígging til at fullføra verkætlanina.

Partapeningurin í Eystur- og Sandoyartunlinum er bert 15% av samlaðu íløguni, meðan restin er lánsfíggjað. Eftir løgtingslógini fyri partafelagið, skal landið veðhalda fyri minstu ferðslu, og landsstýrismaðurin kann veita felagnum rakstrarstuðul.

Viðvíkjandi lánsmøguleikum kann P/F Suðuroyartunnilin taka lán við inntøkutrygd frá landinum. Við hesum leisti veitir landskassin trygd fyri, at árliga lánsupphæddin fellur til gjaldingar. Lánið fellur ikki til gjaldingar undir einum. Landskassin tryggjar teimum, ið lána pening til verkætlanina, at tey fáa árligu lánsgjøldini, umframt rentur, til tíðina. Hesin leistur bleiv nýttur til at fíggja Eystur- og Sandoyartunnilin.

Landsbankin mælir til, at landið tekur lán til alla verkætlanina og endurlænir tunnilsfelagnum peningin. Felagið lænir tá peningin við somu treytum sum landskassin og fær sambært Landsbankanum harvið tær bestu lánstreytirnar.

Tá ymsir fíggingarleistir verða umrøddir, er eisini viðkomandi at hava í huga, at tá fast vegasamband verður millum Suðuroy og meginlandið, sleppur landið undan rakstrar- og íløgukostnaði til Suðuroyarsiglingina.

Í 2022 vóru samlaðu útreiðslurnar til Suðuroyarleiðina 137 mió. kr. Harav fóru 100 mió. kr. til rakstur av Smyrli og Herjólfi, og 37 mió. kr. til dokkingar og viðlíkahald av báðum skipum. Um hugt verður at miðaltalinum fyri tíðarskeiðið 2019-2023 (2023 er mett tal), so eru útreiðslurnar til dokkingar av Smyrli og tilhoyrandi viðlíkahald 18 mió. kr. árliga og rakstrarútreiðslurnar (netto) 72 mió. kr. árliga. Miðaltalið fyri samlaða kostnaðin av Smyrli fyri tíðarskeiðið 2019-2023 er sostatt uml. 90 mió. kr. Um Herjólfur er roknaður við, er talið 98 mió. kr. Ein nýggjur Smyril verður leysliga mettur at kosta 1 milliard krónur.

Svar til spurning 2
Sum tilskilað omanfyri, verður nú farið undir at finna ein fíggingarleist fyri Suðuroyartunnilin. Ymiskir møguleikar verða lýstir, áðrenn ein endalig avgerð verður tikin um, hvussu best er at fíggja, byggja, og reka Suðuroyartunnilin.

1
Landsverk 2021, ”Forkanningar av einari nýggjari Suðuroyarleið”
Sí her
2
Samferðslumálaráðið 2019, “Álit um møguleikar, fyrimunir og vansar at gera ein Suðuroyartunnil”
Sí her

Dennis Holm
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo