Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Eitt evni, har meiningar eru nógvar og avgjørdar. Alt tos tykist verða um fullkomið forboð ella frítt val. Tey vit hoyra, standa rættuliga langt frá hvørjum øðrum.

Fosturtøka er at taka eitt livandi lív og tí ein eksistensiellur spurningur. Tað er ein etiskur spurningur, sum vit hoyra, verður tulkaður upp á fleiri mátar.

Lógarbroyting í álvarsmáli, átti at kravt góða og sakliga grundgeving. Tó er ivasamt um øll halda tað. Tað eru heilir flokkar sum tykjast vilja lóggeva, sum best ber til, alt eftir hvussu lagið er tann dagin.

Næstan allar fosturtøkur eru, tí at onkur blívur við barn, uttan at ætla tað, ella tí at fostur hevur ávís brek.

Tey, sum í dag tosa mest um frítt val, tosa ikki um ávís brek. Tey tosa um rættin hjá kvinnuni at velja. Rættin hjá kvinnuni til at gloyma at ansa eftir. Rættin hjá kvinnuni at sleppa undan konsekvensum av tí gjørt er við samtykki. Sjálvsavgerðarrættin hjá kvinnuni, men ikki hjá pápanum.

Vit hoyra, at tað eru 25 fosturtøkur árliga og kanska tvær ferðir tað, alt íroknað.

Havi ongantíð hoyrt at nakar blívur við barn, fyri at kunna fáa fosturtøku. Tí hava vit øll felags áhuga í at minka hendan tørvin.

Ongin hevur nakað ímóti at vit hava eina null-hugsjón á hesum øki.

Tað eigur at verða møguligt at fáa næstan øll at ansa eftir, soleiðis at næstan ongin blívur við barn, uttan at tað er ætlanin.

Tað eru kanningar sum vísa, hví fosturtøka verður umhugsað. Um viljin er til tað, so ber til at loysa hesar trupulleikar, soleiðis at fosturtøka verður frávald næstan hvørja ferð.

Tí kundu øll, sum í dag tosa forbí hvønn annan tikið lógvatak saman.

Vel ein sum finnur loysnir! Samstundis verða færri, sum bara tosa.

Eivind Jacobsen, valevni Fólkafloksins

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo