Á býráðsfundi í kvøld, samtykti Vágs Býráð einmælt, at nýggjur mentarnardepil í Vágs skúla skal gerast liðugur. Arbeiðið kemur eftir ætlan at taka 14 til 16 mánaðir,
Har karmur vera lagdir undir at hava menturnarligt virksemi í Vági í skúlahøpi og eftir skúlatíð. Har rúm verður fyri, at hava fyrilestrar, konsertir, tónleika- venjingar, sjónleikir, fundarvirksemi og biograf o.a.
Eitt nú fær Vágs skúli, nú framúr góðar umstøður. Sama er galdandi fyri musiskskúlan, sum eisini húsast í Vágs skúla. Tí við nýggja mentanardepilinum fær musikskúlin, eitt stórt upplyft, rætta vegin eins Vágs skúli fær.
Málið var fyrstuferð frammi í 2016. Málið við audiatorium var tikið uppaftur av mentamálanevndini í 2021.
Síðani er ætlanin broytt munandi við fleiri lokalum atrat, eitt nú við savningarstað/ audiatorium, tónleikarúmun, goymslu, móttøku, við ljóð og ljósgóðsku og øðrum. Ætlanin er somikið nógv broytt, at talan er nú um ger av einum nýggjan Mentarnardepli.
Tað vera 150 sitipláss og pláss til omanfyri 200 fólkum í nýggja Mentanardeplinum í Vági.
Tað er at frøðast um, at okur kunnu gera hesa framúr verkætlan lidnað og eftir nógv ár er komið á mál.
Mentanardeplinum gevir okkum øllum fleiri møguleikar og er eitt stórt menturnarligt framstig fyri Vágs skúla og er eitt nýbrot fyri okkum øll í Vági og í Suðuroynni.
Levi Rikshamar Mørk, formaður hjá Mentamálanevndini hjá Vágs kommunu
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



