At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Uttanríkis- og Mentamálaráðið: Fýra nýggir filmar í røðini “The Pure Taste of the Faroe Islands” við Gutta Winther verða almannagjørdir í næstum.

Filmarnir eru partur av verkætlanini FaroeseSeafood.com, og filmarnir verða lagdir á heimasíðuna www.faroeseseafood.com og eina Youtube-rás.

Í filmunum ger Gutti Winther mat við føroyskum fiski. Endamálið er fyrst og fremst at vísa føroyingum sum útheiminum tann góða føroyska fiskin. Eisini er endamálið at vísa fram føroyska matgerð, og hvussu einfalt tað er at gera leskiligar rættir við føroyskum sjómati.

Upptøkurnar vórðu gjørdar á Skarvanesi í august mánaði. Filmarnir verða almannakunngjørdir nú áðrenn jól og í januar. Fyrsti filmurin, har Gutti steikir havtasku og grønmeti á grill.

Um FaroeseSeafood.com
Verkætlanin er eitt samstarv millum Uttanríkis- og mentamálaráðið, Fiskimálaráðið, Ráfiskakeyparafelagið, Reiðarafelagið, Ráfiskaseljarafelagið og Umhvørvis- og vinnumálaráðið. Harumframt eru filmarnir framleiddir í samstarvi við Visit Faroe Islands, ið nýtir filmarnar á teirra sosialu miðlapallunum.

Verkætlanin er stuðlað við játtan frá Fiskivinnuroyndum í 2018 og 2019.

Heimasíðan og fyrstu filmarnir vórðu almannagjørdir í vár. Higartil hava fólk úr 160 ymiskum londum vitjað heimasíðuna. Talið á sýningum av filmunum er komið upp um 500.000 sýningar og roknað verður við, at talið kemur upp um eina millión til várs.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo