Viðhvørt er tøgn besta svarið
- Dalai Lama

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Terje B. Vestergaard, hevur saman við Kristinu Bærendsen, júst útgivið nýggja staklagið "Har eingin eina er" sum duet.

Terje sigur, at tankin um at útgeva sangin á føroyskum, og at fáa Kristinu at syngja duet, kom eftir at hann hoyrdi endurútgávuna, har dóttir Elvis, Lisa syngur saman við pápanum, á einari nýggjari remix útgávu. 

- Við hesari nýggju føroysku útgávuni  vóni eg, at hesin sera vakri gospel sangurin, kann gerðast til gleði og gagns milllum føroyingar.   

- Tónleikur og innspæling er meistarliga samskipað og lagt til rættis av Jákup Zachariasen, og innspældur av nøkrum av okkara bestu føroysku tónleikarum. Óli Poulsen hevur ljóðblandað. 

Orð og Lag: Mosie Lister
Týtt til føroyskt: Edmund Williamson
Duet; Terje Vestergaard & Kristina Bærendsen
Lagt til rættis og Framleitt: Jákup Zachariassen
Trummur: Josva Debes
Bass: Eyðun Johannesen
Piano & Orgul: Ola Hedén
El Guitar, Akk Guitar & Ljómborð: Jákup Zachariassen

Upptikið: JakZac-Studio
Mix & Mastering: Óli Poulsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo