Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Bjóða.fo: Bjóða.fo er ein nýggjur føroyskur søluportalur, har til ber hjá fólkum at leggja eina vøru út, sum onnur síðani kunnu bjóða uppá. Skipanin hevur nógvar spennandi møguleikar. T.d. ber til at velja ein minsta prís og eitt minsta yvirboð uppá vøruna. Tá minsti prísur er rokkin, byrjar ein niðurteljing á eitt tíðarskeið sum seljarin sjálvur hevur valt. Tann sum síðani endar við hægsta boði, vinnur uppboðsøluna.

Hetta er nakað tað sama sum føroyingar kenna væl á t.d. Facebook. Men Bjóða.fo er beinleiðis og einans ætlað til uppboðsølu og rótikassa skipan.

Bjóða.fo kemur altíð at verða ókeypis at brúka, men tað kostar nógv at menna og hava ein líknandi skipan koyrandi, so ætlanin er einaferð at fáa inntøku gjøgnum lýsingar og møguliga pluss brúkara hald í framtíðini, sum skal geva eyka tænastur til brúkaran ið ynskir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo