Sjáldan stýra kenslur eftir kumpass
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Yngri Læknar Føroyar: Eftir aðalfundin hjá Yngri Læknar Føroyar, eru framdar broytingar í nevndini. Marnar Fríðheim Kristiansen, sum hevur verið formaður seinastu fýra árini, hevur takkað fyri seg, og Turið Jónleyg Rein tekur við postinum sum forkvinna í fakfelagnum.

Hini í nevndini eru: Aksel Kambsskarð Berg, næstformaður, Rebekka Blak, Billa foldbo, Bára Randrup, Barbara Eysturoy og Eyðbjørg Gaard.

Til aðalfundin bleiv semjan sum varð gjørd við Fíggjarmálaráðið um sáttmála fyri 2022-2025 eisini viðtikin.

Vit takka Ronju Midjord Mikkelsen, Sannu á Borg, Sólfríð Jacobsen og Marnari Fríðheim Kristiansen, sum steðgaðu í nevndini, fyri arbeiði tey hava gjørt í nevndini seinastu árini.

Tað er nokk hjá nýggju nevndini at taka í, við tí vaksandi trýstinum á heilsuverkið, og tí áhaldandi trýstið á arbeiðsumhvørvið hjá læknum, so er av stórum týdningi at hava eitt vakið og aktivt fakfelag.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo