OY: Leingi er tað ið væl skal verða. Síðani OY byrjaði at bryggja fyri gott einum ári síðani eru fleiri góðar øl, sum hava lagt seg eftir at nøkta kræsna góman, komnar á marknaðin. Men nýstaðni er ein vanlig góð Gull øl at fáa frá OY.
Fríggjadagin 30. juni verður Gullregn at fáa í Sjoppuni hjá OY á Hálsi, í Rúsunum kring landið og úr kranum á skeinkistøðum.
Gullregn er ein sokallað Golden Lager. Vit hava lagt okkum eftir at bryggja eina vanliga gull øl, sum føroyingum dámar. Talan er um eina øl, sum hevur ein reinan smakk og ikki er ov beisk, hevur tvey sløg av humlu, er silkimjúk og er rund og bleyt, sigur Alesandro Ersettigh, bryggjari á OY.
Gullregn er ikki fyri børn
Gullregn er eitt vakurt træ sum veksur væl í Føroyum. Eykendu gulldroparnir, sum hanga niður úr trænum, eru hugtakandi vakrir. Men tey, sum eru vaksin upp við gullregni í garðinum, vita, at blóman er farlig fyri børn, tí eitt sindur av eitri er í plantunum. Tí verður ofta sagt, at man ikki skal stilla seg undir gullregnið. Gullrúsur skal njótast undir skipaðum umstøðum.
Gullølin frá OY er heldur ikki fyri børn, men hon er til øll vaksin. Ølin egnar seg væl til festivalar og stevnur, men kann sjálvandi njótast alt árið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo