Høvdu forfedrarnir ikki verið skjótir á sjóvarfallinum eftir løtuvinningi, hevði mangan verið svangligt í Føroyum
- Juul Jacobsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í gjár varð fyrsti fundur við politiska fylgibólkin í arbeiðinum við at fyrireika nýggju heildarverkætlanina um harðskap í parlagi og nærsambondum.

Á landsstýrisfundi 26. januar ár fekk Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, undirtøku fyri at fara undir arbeiðið at fáa gjørt nýggja heildarverkætlan um harðskap í parlagi og nærsambondum.

Í februar mánað varð arbeiðsbólkur settur. Tey sum mannað bólkin eru:

- Anna Katrin Matras fulltrúi fyri Almanna- og mentamálaráðið og verkætlanarleiðari av Sig frá,
forkvinna í arbeiðsbólkinum

- Jákup Andrias Kristiansen, fulltrúi fyri Løgmálaráðið

- Høgni V. Warberg, fulltrúi fyri Barna- og útbúgvingarmálaráðið

- Kristianna Balle, fulltrúi fyri Heilsumálaráðið.

Ein politiskur fylgibólkur er settur at fylgja arbeiðinum hjá arbeiðsbólkinum. Politiski fylgibólkur er mannaður við umboðum úr øllum flokkum og eru hesi:

- Javnaðarflokkurin, Hans Jacob Thomsen
- Fólkaflokkurin, Elsebeth M. Gunnleygsdóttur
- Tjóðveldi, Liljan Wheihe
- Sambandsflokkurin, Johan Dahl, Eyðdis H. Niclasen møtti til fundin
- Miðflokkurin, Steffan Klein Poulsen
- Framsókn, Sólvit E. Nolsø

Á fundinum í gjár var framløga um arbeiðið higartil. Arbeiðsbólkurin hevur miðvíst arbeitt við at savna kunning og tilfar, eitt nú við hoyringum av 33 ymiskum aktørum. Nýggj heildarverkætlanin skal byggja víðari, bæði á arbeiðið úr fyrru verkætlanunum og royndunum frá arbeiðinum við at basa harðskapi hagani í Føroyum og uttan úr heimi.

Talan verður um áleið 20 átøk, sum skulu lýsast við endamálið, hvør hevur ábyrgd av at fremja átakið, tíðarætlan og kostnaðarmeting fyri hvørt átak sær. Tilmælini til átøk verða skipaði í tøttum samstarvi við harðskapsfakliga økið og eru ætlaði at menna og styrkja um tey tilboð, sum í dag verða veitt harðskapsraktum og teirra avvarðandi, eins og teimum, ið fremja harðskap. Eitt annað økið at fáa styrkt er arbeiðið í markamótinum til eina breiða viftu av myndugleikum og aktørum, sum harðskapsrakt hava tørv á at samstarva við, um støðu sína.

Tøkniliga økið er í hesi øldini ment við rúkandi ferð. Við hesi menning eru eisini komin amboð, ið verða nýtt í talgildum harðskapi og í tráelting (stalking). Afturat hesum hevur sálarligur harðskapur veruliga vundið uppá seg og vit síggja, at londini uttanum okkum hava fingið hendan partin innbygdan í revsilógina. Hetta verður somuleiðis eitt mál í nýggju heildarætlanini.

Harðskapur er í dag eisini vísindaligt fakøki. Hendan tilgongdin er skipað bæði á deplum, har dagliga arbeiðið verður gjørt, og í einum samstarvi við universitetini. Talan er bæði um vísindaligt arbeiði við støði í royndum og við regluliga at savna inn skrásetingar- og kanningartilfar. Hesin parturin er avgjørt neyðugur, fyri at arbeiða við harðskapsøkinum í eini samanberandi tilgongd við umheimin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo