Fyri bert fáum mánaðum síðani sá tað rættiliga bjart út hjá Søren Pape Poulsen og Teimum Konservativu.
Hetta var síðst í august og Pape hevði júst boðað frá at hann var valevni til forsætisráðharrapostin, veljarakanningarnar vóru góðar hjá bláa blokkinum, og Konservativi flokkurin stóð til at fáa stóra framgongd og gerast størsti borgarligi flokkur við 16,7 prosentum av atkvøðunum, svarandi til 31 tingsessir.
Meira kundi Pape ikki ynskja sær, skrivar DR.DK.
Men síðani er tað bara gingið oman brekku hjá Konservativa flokkinum.
Í eini nýggjari kanning, sum Epinion hevur gjørt fyri DR, stendur flokkurin at fáa 8,6 prosent av atkvøðunum - næstan ein hálvering í mun til kanningina í august.
15 tingsessir hevði hetta givið, um val var í dag.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo