Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Betri Trygging: Jónhild Rasmussen, kundastjóri í Betri Trygging, er nýggj nevndarforkvinna í Ráðnum fyri Ferðslutrygd.

Hon hevur sitið í nevndini í fýra ár, harav seinastu trý árini sum næstforkvinna.

- Eg vil halda á við góða arbeiðinum og góðu gongdini, sum Ráðið fyri ferðslutrygd hevur havt seinastu árini. Nullhugsjónin er framvegis málið. Eingin skal doyggja ella fáa álvarslig mein í ferðsluni, og tí mugu vit áhaldandi upplýsa og ávirka, soleiðis at tað verður trygt bæði hjá bleytu og hørðu ferðsluni, sigur Jónhild Rasmussen.

Av ítøkiligum málum nevnir nýggja nevndarforkvinnan stóra tørvin á eini skaðanevnd.

- Okkum manglar hagtøl yvir vanlukkurnar. Ein skaðanevnd hevði givið okkum vitan um, nær og hví vanlukkurnar henda - umframt betri hagtøl, sum heild. So tað er avgjørt nakað, vit arbeiða fram ímóti.

Jónhild Rasmussen varð vald til forkvinnu fríggjadagin, tá ið Ráðið fyri Ferðslutrygd hevði ársaðalfund. Hon tekur við eftir Kára Thorsteinsson, sum hevur verið nevndarformaður seinastu 15 árini.

Betri Trygging var ein av stigtakarunum til Ráðið fyri Ferðslutrygd og hevur átt fastan nevndarlim líka síðani, eins og felagið hevur verið ein av høvuðsstuðlunum øll árini.

Vit ynskja Jónhild Rasmussen hjartaliga til lukku við valinum, og vit ynskja stjóra og nevnd gott arbeiðslag og blíðan byr við týdningarmikla arbeiðinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo