Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Birita Ryan og seks aðrar úr KÍ eru millum tær 23 í hópinum móti Spania og Skotlandi - Mynd: Savnsmynd

Birita Ryan og seks aðrar úr KÍ eru millum tær 23 í hópinum móti Spania og Skotlandi - Mynd: Savnsmynd

Birita Ryan og seks aðrar úr KÍ eru millum tær 23 í hópinum móti Spania og Skotlandi - Mynd: Savnsmynd

FSF: Katrina Sjóvará, Sunnvá Fagradal Johansen og Maria Biskopstø hava á fyrsta sinni fingið landsliðsboð til A-landsliðið við kvinnum. Harumframt eru Kára Djurhuus, Monika Biskopstø og Eyðvør Klakstein aftur at finna í føroyska hópinum.

A-landsliðið við kvinnum byrjar undankappingina til HM 2023 á Tórsvølli móti Spania 16. september, og fýra dagar seinni tekur Skotland ímóti á Hamden Park í Glasgow. Lene B. Terp, landsliðsvenjari hevur givið hesum 23 spælarum landsliðsboð til dystirnar:

Ásla Johannesen, AGF (DK)
Julia Naomi Mortensen, AGF (DK)
Jacoba Langgaard, B36
Katrina Sjóvará, B36
Olga Kristina Hansen, B36
Rakul Maria Johannesen, B36
Valborg Østerø, B36
Lea Símunardóttir Lisberg, EB/Streymur/Skála
Sunnvá Fagradal Johansen, EB/Streymur/Skála
Kára Djurhuus, HB
Sara Samson Lamhauge, HB
Sarita Maria Mittfoss, HB
Birita Ryan, KÍ
Durita Hummeland, KÍ
Eyðvør Klakstein, KÍ
Maria Biskopstø, KÍ
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ
Sanna Svarvadal Jacobsen, KÍ
Tóra Mohr, KÍ
Heidi Sevdal, NSÍ
Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Víkingur
Maria á Lakjuni, Víkingur
Monika Biskopstø, AaB (DK)

Í samband við heimadystin 16. september, verður skipað fyri fjepparatiltaki við mati og undirhaldi fyri barna- og ungdómslið; til ber at lesa meira um hetta her.

Vanliga atgongumerkjasølan til dystin er at finna her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo