Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Parkinsonfelagið: Í samskifti við leiðsluna á Neurologisk-ambulatorium á Landssjúkrahúsinum hevur Parkinsonfelagið víst á, at fólk við Parkinson ynsktu at fáa samband beinleiðis við serlækna í parkinsonsjúku á Landssjúkrahúsinum uttanfyri vanligu viðtalurnar.

Landsjúkrahúsið hevur í eina tíð arbeitt við at finna ein leist sum kann betra um samskifti og broytingin er í tveimum:

1. Ein neurologur við royndum innan parkinson er settur afturat at taka sær av fólki við parkinson (dr. Hanne Yri).

2. Hvønn mikudag frá kl. 16 til kl. 18 ber nú til at ringja beinleiðis til “parkinsonlækna” á telefon 304608. Í teimum føri har læknin ikki er tøkur, svara parkinson-sjúkrarøktarfrøðingar ella skrivarin á neurologisk ambulatorium og kunnu avgreiða spurningar ella gera avtalu um nær læknin ringir aftur.

Neurologisk-ambulatorium á Landsjúkrahúsinum

hevur annars hesar telefontíðir:

Gerandisdagar:
Læknaskrivari telefontíð kl. 10.30 - 12.30
tlf. 304500 lokal nr. 6272 
Sjúkrarøktarfrøðingar telefontíð kl. 10.30 - 12.30
tlf. 304500 lokal nr. 6273 og 6274

Samband fæst við Parkinson- sjúkrarøktarfrøðing við at senda teldupost til: neuroamb(at)ls.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo