Eg síggi einki, hoyri alt, men lurti ikki eftir øllum
- hin blindi

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Heiðrikur á Heygum gevur sína nýggja plátu út í dag, ið kallast “Heiðrik Sings The Björk Song Book”. Hetta er ikki júst ein vanlig pláta, men ein pláta har Heiðrikur tulkar løg hjá kendu íslendsku songkvinnuni Björk Guðmundsdóttir, ið hittaði hitlistarnar í 90-árunum.

Talan er um eina jazz tulkan av 10 løgum hjá Björk frá plátunum Debut (1993), Post (1995), Homogenic (1997), Vespertine (2001), Medulla (2004) og Volta (2007).

Ætlanin hjá Heiðriki við hesi plátuni er at byrta ljós á fantastisku jazz-sangskrivingina hjá Björk, og gera eina nýggja tulkan av ein av teimum mest fagnaðu listafólkunum í norðurlondum.

- Í nógv ár havi eg droymt um at tulka sangirnar hjá Björk, tí longu frá einum ungum aldri legði eg til merkis, at hennara løg og sanguppbygnaður hava íblástur úr jazzi. Tað eru nógv, ið hava ilt við at hoyra hetta vegna serstøku røddina og alternativu framleiðsluna av løgunum hjá Björk. Men eg havi sett mær sum mál at koma inn á beinið á løgunum og vísa tey vøkru jazz løgini, ið fjala seg har, sigur Heiðrikur.

Saman við Heðriki hevur hann fingið teir bestu jazz-tónleikararnar í Føroyum at spæla løgini inn. Heðin Ziska Davidsen spælir gittar og framleiður. Mikael Blak á bass, Magnus Johannesen á klaver og Per I. Højgaard Petersen á trummum. Heiðurslønti føroyski framleiðarin Janus Rasmussen (Byrta, Kiasmos) hevur mixað, og Finnur Hansen mastrar plátuna.

Heiðrikur gjørdist kendur í Føroyum sum tónleikari, tá hann gav sína næstu plátu “Funeral” út, sum fekk avbera góð ummæli bæði her heima og uttanlanda, har hann eisini vann sum “besti mannligi sangari 2017” á FMA. Øll kenna landaplágurnar “Change of Frame”, “Monster” og “Hope You’re Crying”

Útgávukonsert við fullari manning verður í BláBar tann 15. mars.

Plátan er at hoyra á øllum stroymingar tænastum so sum Spotify, iTunes osfr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo