
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Innbakkin var fullur av boðum sum “hora” og “golddigger”. Fremmand fólk koma upp til hana og spyrja, hvat hon hugsar fyri sær. Í nýggjari poddvarpsrøð fortelur Poulina Øregaard Isaksen, hvussu hon upplivdi at vera tann, sum fólk slatraðu um.
Árið er 2020, og tað rennur saman millum Poulinu Øregaard og Karl Birgir Isaksen. Tey eru bæði í parlagi, tá tey møtast, og hann er 30 ár eldri enn hon. Fólk eru á gosi um nýggja parið.
Í trimum pørtum fortelur Poulina, hvussu hon upplivdi at vera tann, allar Føroyar tosaðu um. Um at fóta sær í einum nýggum veruleika, og tá tingini eru við at leggja seg bráðliga at gerast einkja sum 29 ára gomul.
Hoyr poddvarpsrøðina 'Kend yvir nátt' her
Men tað er ikki uttan ótta, at Poulina fortelur sína søgu alment.
"Tað er óttin um at vera misskilt og aftur at vera sett í bás. Óttin fyri at verða ummælt negativt og sædd sum ein kvinna við smælari sjálvsinnsikt. Hetta hevur hildið meg aftur. Mest av øllum havi eg hildið aftur, fyri at ikki skaða børn og avvarandi meir enn okkara søga hevur gjørt frammanundan”
- Poulina Øregaard Isaksen.
"Tá ein søga ferðast runt, so broytist hon, og eg kenni ikki meg sjálva aftur í tí, sum verður sagt um meg. So eg haldi tað er uppá sítt pláss, at eg fortelji mína egnu søgu, sum hon veruliga er"
- Poulina Øregaard Isaksen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo