Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Feihedsbrevet: Í dag hava vit lagt út fyrsta part av nýggju poddvarpsrøðini: Norrøni Eftirskúlin — Sex, drøgg og skúlaskapur.

Norrøni Eftirskúlin í Danmark varð í føroysku bløðunum lýstur sum ein kristin kostskúli í Danmark, men næmingarnir, sum gingu á føroyska eftirskúlatilboðnum í Suðurjútlandi í áttati og nítiárunum, lærdu meira um sex og drøgg enn skúlaskap.

Tað er í øllum førum søgan hjá fleiri næmingum, ið gingu á umstrídda skúlanum, sum lat aftur og aldrin varð fluttur til Føroya, sum ætlanin annars var.

Í fyrsta parti hoyra vit um skúlan í Genner, sum lat upp í 1986, men sum upp á ongan máta livdi upp til penu myndina av einum kristnum kostskúla, sum føroysku bløðini annars høvdu skrivað um.

Jan Berg Jørgensen var næmingur fyrsta árið, og hann fortelur um vantandi frálæru, rúsdrekka, rúsevni og annan ólevna, sum merktu tíðina tað hálva árið, hann gekk har — áðrenn hann gavst.

Lurta her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo