Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

NÁM: Á Snar er nýggj temasíða um tjóðarhetjuna Magnus Heinason. Síðan er gjørd eftir nýggjum temaleisti í nútíðar sniði.

Far til temasíðuna »

Magnus Heinason verður vanliga sagdur at vera ein av okkara tjóðarhetjum. Kortini vita flestu føroyingar lítið um hann. Endamálið við temasíðuni er at greiða frá lívi Magnusar. Hvør hann var, og hví er hann tjóðarhetja í Føroyum?

Úr søguni um Magnus Heinason kunnu nevnast hesir tættir: Magnus var føddur í 1545, Hann vardi føroyingar móti sjórænaraálopum. Hann stríddist fyri niðurlendingar í frælsisstríðnum móti spaniólum.  Hann vann sær stóra virðing millum føroyingar fyri síni kappabrøgd. Hann var ákærdur fyri svik og neyðtøku. Hann varð dømdur til deyða og hálshøgdur í Keypmannahavn í 1589. Eftir deyðan varð hann fríkendur.

Undirvísingargongdir
Undirvísingargongdir eru gjørdar til temasíðuna. Hesar eru ætlaðar at brúka í fólkaskúla, og við hvørja undirvísingargongd er tilskilað, á hvørjum aldursstigi, tær eru egnaðar at brúka.

Nýtt snið
Í sambandi við temasíðuna um Magnus Heinason verður eisini ein nýggjur temaleistur tikin í brúk til temasíðurnar á Snar. Sniðið er nútíðarhóskandi og brúkar alla víddina á skerminum.

Livandi temasíður
Temasíðurnar á Snar eru livandi og kunnu altíð broytast og tillagast. Snar tekur tí fegin móti nýggjum hugskotum og undirvísingargongdum, bæði til hesa síðuna um Magnus Heinason og aðrar temasíður. Samsýning verður givin fyri arbeiðið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo