Um vit brúka lívið rætt, er tað nóg langt
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Bókadeild Føroya Lærarafelags: Í Føroyum búgva nógvar familjur, har annað foreldrið er føroyingur, og hitt foreldrið er tilflytari úr einum øðrum landi. Børnini í hesum familjum hava tí ofta tvær mentanir og tvey mál  - um ikki fleiri. Av tí sama ber til at spyrja, hvussu tað kennist at vaksa upp í einum samfelagi, har tú bæði ert heima og fremmand ella fremmandur í senn. Hvussu er tað hjá einum barni at vera ímillum tvær mentanir? Og hvussu sigur mann søguna hjá einum sovorðnum barni í einari bók? Júst hetta ger Elin á Rógvi og letur upprunaføroysku barnabókina Flytifuglar úr hondum:

Hóast 11 ára gamla Mai hevur búð í Vestmanna í fleiri ár, er tað ringt at føla seg heima, tá eingin letur hana gloyma, at hon er øðrvísi. Tá ein drongur hvørvur sporleyst úr einum barnavogni, royna Mai og vinkonan Emma at finna hann. Dagarnir ganga, og leitanin tykist vónleys. Men knappliga stendur Mai við einum smábarni í ørmunum og má flýggja fyri lívinum, um hon skal bjarga sær sjálvari og barninum.

Lena Klahan Langgaard, lærari, sigur soleiðis um Flytifuglar:
”Endiliga ein bók, ið gevur okkum innlit í, hvussu tað er at vera tilflytarabarn í Føroyum! Sjálv kenni eg til, hvussu forvirrandi tað kann vera at koma frá tveimum londum í senn. Hvussu skal eg eingong identifisera meg? Og er tað í grundini so týdningarmikið? Fleiri av tonkunum hjá Mai vóru einaferð mínir egnu tankar. Og so er bókin eisini so spennandi, tí aftrat tí at læra Mai at kenna, sum annars er ein púra vanlig genta, hendir nakað, sum er alt annað enn vanligt.”

Útgávutiltak:
Í sambandi við útgávuna skipar Bókadeild Føroya Lærarafelags fyri útgávutiltaki mikukvøldið 30. august kl. 19 í Reinsarínum í Havn.

Skrá:
- Bókadeildin bjóðar vælkomin
- Lena Klahan Langgaard hevur samrøðu við høvundin
- Maria R. á Heygum syngur sangirnar úr bókini
- Til ber at ogna sær bókina fyri serprís aftan á bókaframløguna (harumframt ber til at keypa sær okkurt kalt ella heitt at drekka í barrini)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo