Sitandi samgonga missir meirilutan á komandi løgtingsvalinum sambært kanningini sum spyr.fo hevur gjørt fyri blaðið Vikuskiftið.
Fólkaflokkurin hevði verið stóri taparin sambært kanningini, um val var í dag. Hann hevði mist tvey umboð, ímeðan Miðflokkurin hevði fingið eitt umboð afturat. Sjálvstýrið fær ikki umboðan og Framsókn varðveitir síni umboð.
Tjóðveldi varðveitir eisini sínar sessir ímeðan Javnaðarflokkurin hevði fingið ein tingsess afturat.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo