Sambært TV 2 er nýggj video at síggja við Wagner-leiðaranum, Jevgenij Prigozjin.
Tað skriva fleiri altjóða miðlar, teirra millum Sky News og nyhedsbureauet Reuters.
Í video-upptøkuni bjóðar Prigozjin sínum hermonnum vælkomnum til Hvítarussland og biður teir um at vísa góðan atburð.
- Teirra venjing fer at gera hvítarussiska herin til tann næstbesta í heiminum, sigur Wagner-leiðarin í upptøkuni, sum er deild út á hansara almennu Telegram-rás.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo