Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Nýggj vísindalig grein eftir Sigri M. Gaïni, phd-kandidat í politiskari filosofi, er útgivin í vísindaliga tíðarritinum "ATHENA - Critical Inquiries in Law, Philosophy and Globalization". Greinin er javnlíkamett.

Greinin Democratic Formation as the Response to a Growing Cancel Culture viðger vaksandi trupulleikan av sokallaðu "avlýsingarmentanini", ið fyrst og fremt sæst aftur á universitetum í USA.

Í greinini leggur Sigri M. Gaïni fram eitt nýtt argument: The Argument from Democratic Formation (á føroyskum: Argumentið um fólkaræðisliga myndan).

Hetta argumentið knýtir tvey vanliga mótsigandi sjónarmið, hvørt á síni síðu av kjakinum um politiskt talufrælsi, saman.

Argumentið umboðar bæði tað sjónarmið, at lógir ímóti haturstalu eru neyðugar, og um somu tíð tað sjónarmið, at "cancel culture" ikki eigur at verða góðtikið í einum liberalum fólkaræði.

Greinin kann lesast frítt her: https://athena.unibo.it/article/view/15769

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo