Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á § 52a fyrispurning nr. 52-187/2021 frá Honnu Jensen, løgtingskvinnu, settur Jenis av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum, um føroyskt undirvísingartilfar til miðnám.

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu gongur við at útvega føroyskt undirvísingartilfar til miðnám?

2. Eru ætlanir um at fáa føroyskt undirvísingartilfar til alt føroyska miðnámsøkið ella bert til úrvaldar lærugreinir?

3. Um ja, hvør er tíðarætlanin til at fremja hesa ætlan, og hvussu kann hon gerast veruleiki?

Svar
Til 1: Tað gongur væl at útvega føroyskt undirvísingartilfar til miðnám. Nýggjar bøkur til undirvísing á miðnámi eru klárar og verða givnar út í næstum. Aðrar eru í gerð og um at verða lidnar og sambært ætlanini hjá NÁM fara fleiri útgávur í gongd seinni í ár.

Til 2: Fyri tær lærugreinir, sum longu hava fingið føroyskar grundbøkur á miðnámi, er tað ein stórur bati og menning í lærugreinunum. Henda góða gongdin eigur at halda fram, tí eg haldi tað vera umráðandi, at okkara ungu á miðnámi fáa dygdargott føroyskt undirvísingartilfar.

Okkara ætlan er, at allar kravdar lærugreinir á B og C stigi í miðnámi, og harumframt at lærugreinir á A, B og C stigi, sum nógvir næmingar velja, eiga at hava eina upprunaføroyska, tillagaða ella týdda grundbók.

Vit vilja, at okkara grundbøkur fevna um meiri enn ein miðil. Eingin bók er einans pappír, og einki tilfar er einans egnað til ein pall. Á miðnámi fevnir ein útgávuheild um grundbók og arbeiðsbók, ið kann hava læraravegleiðingar. Hetta er vanliga alt flætta inn í eina sBók.

Í summarfrítíðuni kemur ein nýggj útgáva av sBókini við nýggjum og betri funksjónum. Sniðið er nakað tað sama, sum vit kenna frammanundan, men meira nútímans, og snildari og lættari at brúka, fyri at skapa tær bestu treytirnar fyri læring.

Til 3: Umframt tær bøkurnar, sum NÁM longu hevur á sølulistanum til miðnám, eru aðrar føroyskar bøkur á veg innanfyri stutta tíð, m.a. Føroysk samfelagsfrøði B, Virkisbúskap B, Religión C, Tilfeingisfrøði B og Lestrarmenning.

Av útgávum, sum eru í gerð í løtuni, ella fara í gongd eftir summarfrítíðina, eru:

- Støddfrøði C, sum eftir ætlan kann royndarkoyrast í heyst, og arbeitt verður eisini við Støddfrøði B.

- Til Søgu er ein føroysk týðing av bókini «Heimurin fyri 1914» á veg. So hvørt sum kapitlar eru klárir verða teir lagdir út í skúlaárinum 2022/23, og bókin øll verður ætlandi klár til skúlaárið 2023/24.

- Arbeiðið við Lívfrøði C er farið í gongd, og verður ætlandi klár til skúlaárið 2022/23.

- Til Miðlakunnleika C fer týðingin av grundbókini Close-up í gongd skúlaárið 2022/2023.

- Harafturat verður undirvísingarbók í ritverkinum hjá Bárði Oskarsson gjørd til fakið Myndlist, sum eitur «Talandi Tómleiki».

Fyri hálvum øðrum ári síðani gjørdu vit eina meting, sum byggir á tær lærugreinir á miðnámi, har tørvur er á føroyskum grundbókum.

Tá varð mett, at um alt tilfarið skuldi gerast til miðnám innanfyri 3 ár, so fór kostnaðurin at verða samanlagt 47,5 mió. kr.

Skal henda tíðarætlan realiserast, krevst ein meirjáttan á uml. 16 mió. kr. um árið, næstu trý til fýra árini.

Jenis av Rana
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo