Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Tórshavnar kommuna: Og í tí sambandi var móttøka í ungdómshølinum “Hollywood” í Niels Finsensgøtu nú seinnapartin. Borgarstjórin var á staðnum við eini lítlari heilsan, nú Dakko leggur frá sær sum aðalskrivari og hevur latið starvið upp í hendurnar á Edvu Jacobsen.

Heðin Mortensen nevndi, at Edvu kennir hann úr løgtinginum og kundi staðfesta, at har er gott skil í. So hann helt, at Blái Krossur hevði gott í væntu.

Síðan nevndi hann, at Dakko hevur í stóran mun myndað felagsskapin seinastu 6 árini. Við Dakko sum aðalskrivara hevur verið serligur dentur lagdur á fyribyrgingararbeiði, umframt staðseting av – og viðlíkahald av bygningum hjá Bláa Krossi.

Dakko hevur lagt dent á, at Blái Krossur skal vera sjónligur á internetinum og annars í sosialu miðlunum fyri at vísa fólki á tey nógvu tilboðini, ið Blái Krossur bjóðar.

Og tað hevur í stóran mun hepnast at gera tað lætt hjá fólki at leita sær upplýsingar um arbeiðið, og finna fram til, hvat tilboð passar best til teirra tørv.

- Tað eru bara nakrir mánaðir síðan, at Blái Krossur tók nýggju hølini í Niels Finsensgøtu í nýtslu – “loyniliga” kjallaran í nummar 16. Eg nevndi tá, at tað er soleiðis fyri okkum í Havnini, at Blái Krossur fyri okkum er ein púra nátúrligur partur av býnum.

- Blái Krossur eigur at vera her – og vit kunnu valla vera tykkara virksemi fyriuttan, segði borgarstjórin.

- Tað er sera hugaligt at síggja, at tykkara arbeiði ikki bara heldur fram, men at tit økja og betra um umstøður og virki tykkara. Nýggju hølini hava skapt einastandandi møguleikar fyri ungdómsverkætlan tykkara, ið sum kunnugt hevur til endamáls at fyribyrgja, at ung koma illa fyri og gerast bundin av rúsdrekka og rúsevnum annars.

- Vit leggja til merkis, at tit eru til steðar á festivalum og øðrum stórum tiltøkum, har tit altíð hava havt eitt rúsfrítt øki at bjóða ungum. Og tað fegnast vit øll um. Tit hava nógv virksemi mitt í býnum. Tykkara stóra arbeiði er sjónligt, eitt arbeiði, sum vit hava størstu virðing fyri og eftir besta førimuni stuðla.

- Eg fari at takka tykkum fyri tykkara stóra fyribyrgjandi arbeiði í okkara høvuðsstaði og landinum øllum, ynskja tykkum hjartaliga tillukku við degnum og alt tað besta í tí komandi. Dakko – takk fyri tín stóra innsats – og Edva, hjartaliga tillukku og allarbestu eydnu í starvinum sum aðalskrivari hjá Bláa Krossi, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo