Menniskjan livir sum um hon ongantíð fer at doyggja. Og doyr so uttan nakrantíð at hava livað
- Dalai Lama

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Nes kommuna: Blómuhúsið hjá Haraldi S. Hammer lat upp nýggjan handil á Toftum í dag. Handilin hevur leigað seg inn í “Sannusa handil” á Toftavegi 10 á Toftum.

Tað er ikki á hvørjum degi, at ein handil letur upp á Toftum. Tá ið dyrnar lótu upp í dag, vóru nógv fólk møtt. Blíðskapurin var stórur við vaflum, ísi og kaffi.

Súni í Hjøllum, borgarstjóri, nýtti høvi at vitja og ynskja Haraldi S. Hammer tillukku og Blómuhúsinum vælkomnum.

Á myndini eru frá vinstru: Súni í Hjøllum, borgarstjóri, Sally Davidsen, starvsfólk, Maud Hansen, starvsfólk, Haraldur S. Hammer, eigari og Jastrid Olsen, sum var tann fyrsti kundin í dag.

Nes kommuna ynskir Blómuhúsinum allar bestu eydnu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo