Fyrr trýtur streymur í á, enn kvinnu trýtur ráð
- Føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Visit Suðuroy: Í samstarvi við Visit Faroe Islands, Raclip og CommIT letur Visit Suðuroy nú nýggjan film um Suðuroynna úr hondum. Talan er um ein sonevndan image-film, ið vísir okkum ta vøkru og fjølbroyttu Suðuroy.

Bæði náttúran og fólkið í Suðuroynni eru nakað heilt serligt. Oyggin liggur nakað burtur frá restini av landinum, og av tí sama eru helst fleiri føroyingar, sum ikki kenna Suðuroynna so væl.

Men júst í hesum tíðum er tað meira viðkomandi enn nakrantíð at síggja og vita, hvat okkara egna vakra land kann geva av upplivingum og ferðaminnum. Nú er eitt gott høvi at seta Suðuroynna á tín bucket list og uppliva syðstu perluna í okkara landi.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo