40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vinnuhúsið: Nevndin í Samskifti verður vald fyri eitt ár í senn. Hinir nevndarlimirnir, Niels Uni Dam, Michael Koba og Allan Dalsgarð, tóku allir við afturvali. Eisini stillaði Tór Verland Johansen upp til nevndina. Einki annað valevni var og tískil blivu allir valdir og nevndin er nú fullmannað.

Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg. Niels Uni Dam, sum í fjør var næstformaður, er nú formaður í Samskifti. Næstformaður er Allan Dalsgarð.

Nú Lena L. Mohr er givin í bransjuni, ynskir nevndin í Samskifti at takka Lenu fyri gott samstarv og blíðan byr framyvir.

Endamálið við Samskifti er at savna føroysku lýsingarfyritøkurnar og taka sær av teirra yrkisligu, felagsligu og fíggjarligu áhugamálum. Flestu føroysku lýsingarfyritøkur eru limir í Samskifti.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo