40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í sambandi við altjóða Holocaust dagin í ár, fer Hanna Jensen at innleiða nýggja týska spælifilmin ”Die Wannseekonferenze” í Filmsfelagnum mikudagin hin 25. januar.

Tíðarrætt fylgir filmurin tí, ið fór fram fyri 80 árum síðan, tá Reinhard Heydrich bjóðaði fimtan av fremstu nazistum til morgunmatar í Villa Marlier við Wannsee í Steglitz-Zehlendorf býarpartinum í Berlin.

Afturvið siðiligu innkallingini og vælskipaða fundinum í vøkru húsunum hin 20. januar 1942, var eittans mál á skránni: Hvussu beina vit fyri teim 11 milliónum jødunum, sum tá búðu í Evropa.

Leikstjórin Matti Geschonneck, sum er føddur í eysturtýska býnum Potsdam í 1952, lýsir arkitektarnar, sum á morgunmatarborðinum teknaðu Holocaust. Leiklistarligu nútíðarørindini eru ikki at halda teir fram sum ódjór. Tvørturímóti eygleiða vit heilt vanlig menniskju, sum í samtíðini eru í trúnaðarstarvi hjá røttu ráðharrastovuni.

Og júst av hesi vælskipaðu orsøk, fara vit skjótt at fata persónarnar sum arbeiðslig ódjór.

Ummælarar siga, at Wannseefundurin verður ein kalligur leikur, sum stillisliga vindur seg upp til eitt eitrandi meistaraverk.

Philipp Hochmair hevur fundarleiðsluna sum hin sjarmerandi Heydrich. Eitt meistarligt avrik eins og í øllum hin førum, har vit síggja fremstu týsku leikarar í søguligu leiklutunum. Umframt Hochmair sum Heydrich, síggja vit Johannes Allmayer sum Adolf Eichmann. Aðrir leikarar eru Maximilian Brückner, Matthias Bundschuh og Fabian Busch.

Umframt henda biograffilm er Wannseefundurin gjørdur til týskan sjónvarpsfilm í 1984 og bretskan sjónvarpsfilm, Conspiracy, í 2001.

Sýningarnar í Filmsfelagnum eru mikukvøld, og tær eru almennar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo