Høvdu forfedrarnir ikki verið skjótir á sjóvarfallinum eftir løtuvinningi, hevði mangan verið svangligt í Føroyum
- Juul Jacobsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fólkakirkjan: Sunnudagin 8. oktober byrjar Annika Magnussen Gaard í embætinum sum nýggjur sóknarprestur í Suðuroyar norðara prestagjaldi. Tað er Uni Næs, dómpróstur, ið skipar nýggja sóknarprestin í embætið undir gudstænastuni í Tvøroyrar kirkju sunnudagin kl.11.00.

Annika er kallað at vera sóknarprestur í Suðuroyar norðara prestagjaldi við sæti á Tvøroyri frá 1. oktober.

Annika er 33 ára gomul, og er úr Tjørnuvík. Hon bleiv kandidatur frá teologisku deildini á Universitetinum í Keypmannahavn á sumri 2022.

Annika Magunssen Gaard varð prestvígd í Havnar kirkju – dómkirkjuni 17. september.

Tað eru tveir sóknarprestar í Suðuroyar norðara prestagjaldi. Hin sóknarpresturin er Hanus Pál Jógvansson, sum býr í Leirum í Hvalba.

Kirkjurnar, ið hoyra til Suðuroyar norðara prestagjald eru: Tvøroyrar, Fámjins, Hvalbiar, og Sandvíkar kirkja og Bønhúsið í Øravík.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo