Tann sum árla rísur, verður bæði ríkur og vísur
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tann sum árla rísur, verður bæði ríkur og vísur
- føroyskt orðatak
Vinna

Fjarhitafelagið: Nevndin hevur gjørt av at seta Jákup Martin á Válinum sum nýggjan stjóra í Fjarhitafelagnum.

Jákup Martin tók útbúgving sum maskinmeistari í 2009, hann hevur seinastu tíðina siglt sum maskinmeistari við jack-up skipi innan vindmyllu uppseting.

Jákup Martin hevur eisini royndir hjá SEV. Fyrst sum maskinmeistari á grønu orkuverkunum og eisini sum økisleiðari í miðstaðarøkinum. Og seinast sum deildarleiðari á rakstrardeildini hjá SEV, áðrenn hann fór út aftur at sigla.

Nevndin vil takka Eiriki Mørkøre, ið hevur røkt starvið sum fyribilsstjóri síðani í vár, eftir at Hans Christian Dam legði frá sær sum stjóri vegna aldur. Somuleiðis vil nevndin takka Hans Christiani fyri síni 22 ár sum stjóri í felagnum.

Tað arbeiða 6 fólk á Fjarhitafelagnum, sum fyri kortum flutti í nýggj høli Úti við Strond í Havn.

Jákup Martin er 44 ára gamal, býr í Vestmanna saman við konu síni og trimum børnum. Hann tekur við starvinum 1.januar 2027.

Við vón um gott samstarv ynskja vit Jákup Martini til lukku við starvinum og blíðan byr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #