Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Skúli

Nýkomin, sum læra føroyskt sum annaðmál, kunnu nú fáa ferðastuðul til og frá skúla (tilgjørd mynd).

Nýkomin, sum læra føroyskt sum annaðmál, kunnu nú fáa ferðastuðul til og frá skúla (tilgjørd mynd).

Nýkomin, sum læra føroyskt sum annaðmál, kunnu nú fáa ferðastuðul til og frá skúla (tilgjørd mynd).

Bárður á Lákjuni, landsstýrismaður í mentamálum, hevur broytt kunngerðina um lestrarstuðul, so næmingar í føroyskum sum annaðmál verða fevndir av ferðastuðulsskipanini.

Higartil hava næmingar á húsarhaldsskúlum, eftirskúlum og fólkaháskúlum verið undantiknir vanligu treytunum fyri ferðastuðli. Nú verða næmingar í skúlum, sum eru skipaðir eftir lógini um føroyskt sum annaðmál, lagdir afturat.

Samstundis fær Studni beinleiðis heimild at veita nýkomnum lesandi í føroyskum sum annaðmál ferðastuðul, hóast tey ikki hava rætt til vanligan lestrarstuðul. Samsvarandi heimild hevur frammanundan verið fyri eitt nú AFS-arar og onnur skiftislesandi.

Vanliga ferðastuðulsskipanin fevnir um ferðing við Strandfaraskipum Landsins til og frá skúla eina ferð um dagin. Sambært Studna er meginreglan, at lesandi ferðast ókeypis, uttan mun til fjarstøðuna frá skúlanum.

Lógin um lestrarstuðul setur annars treytir um millum annað ríkisborgararætt, bústað og lestrarvirkni. Fyri útlendskar ríkisborgarar eru serligar treytir um tilknýti til Føroya.

Nýggja broytingin snýr seg um ferðastuðul og gevur ikki í sjálvum sær rætt til vanligan lestrarstudning.

Broytingin í kunngerðini kemur í gildi í dag.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #