Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vinnuhúsið: Serskipanir fyri fólk í ávísum vinnugreinum og serskipanir fyri fólk, sum arbeiða uttanlands, eru við til at gera okkum fátækari sum land. Samgongan eigur at gera neyðugar nýskipanir skjótast gjørligt, so vit kunnu tryggja føroysku vælferðina í komandi árum

Ímyndið tykkum um føroyskir politikarar tá slupptíðin kom settu eina serliga skattaskipan í verk fyri at halda fólk í landbúnaðinum, tí bóndirnir ikki kláraðu at kappast við reiðaríini um løn og arbeiðsumstøður annars. Høvdu Føroyar tá havt tann búskaparvøkstur og øking í vælferð sum vit hava havt hesa seinastu øldina?

Lukkutíð varð hetta ikki gjørt tá, men seinastu áratíggjuni hava vit sett í verk fleiri serskipanir, sum gera okkum fátækari sum tjóð, tí endamálið við skipanum er tað sama: at seta forðingar fyri at fólk velja at flyta seg til tær vinnur og fyritøkur, sum eru førar fyri at rinda hægstu lønina og bjóða bestu arbeiðsumstøðurnar.

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at vit mugu strika serskipanir, sum gera okkum fátækari sum land og sum minka um føroysku vælferðina. Hóast hetta ljóðar púra sjálvsagt, hevur eingin samgonga higartil megnað at broytt tær.

Ein slík skipan er serskipanin fyri fólk sum arbeiða uttanlands. Nærum øll, sum arbeiða uttanlands, eisini okkara fólkatingspolitikarar, kunnu fáa ein frádrátt fyri uttanlandsinntøku. Hesin frádráttur merkir, at ein persónur, sum býr í Føroyum, og sum hevur eina vanliga inntøku á uml. 30-35.000 kr um mánaðin, kann hava upp til 5.000 kr meira á kontuni eftir skatt, um hann pendlar til t.d. Noregs at arbeiða, í mun til um hesin persónurin arbeiddi í Føroyum. Tess hægri lønin er, tess størri verður munurin.

Hetta er bæði órímuligt yvir fyri teimum løntakarunum, sum stríðast her á landi hvønn dag, og tað minkar eisini um vælferðina, tá tað er skattaskipanin, sum avger, hvar fólk arbeiða. Í einari tíð, har vit mangla starvsfólk á føroyska arbeiðsmarknaðinum, gevur tað onga meining at landið roynir at lokka fólk av landinum at arbeiða við einum lægri skatti sum gularót.

Aðrar slíkar serskipanir eru skattalættin til sjófólk og fiskavirkisskipanin.

Tað eigur at verða lønarinntøkan, og ikki hvar tú arbeiðir, sum avger, hvat tú rindar í skatti. Og tað eigur heldur ikki at verða munur á arbeiðsloysisskipanum frá einari vinnugrein til eina aðra.

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at vit eiga at gera ein arbeiðsmarknaðarreform, har vit strika slíkar serskipanir, og í staðin lækka lønarskattin hjá lág- og miðalløntum. Soleiðis tryggja vit best vælferðina í komandi árum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo