Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Landsbankin: Privata nýtslan er ein týdningarmikil partur av føroyska búskapinum. Í stødd er privata nýtslan á støði við vøruútflutningin og vøruinnflutningin og gongdin í privatu nýtsluni hevur stóra ávirkan á BTÚ-vøksturin.

Myndin niðanfyri vísir samlaðu kortnýtsluna í Føroyum og uttanlands fyri árini 2019 – 2022 (2022 bert fram til og við juli mánað). Myndin tykist at vísa eina størri nýtslu í 2022 enn undanfarnu árini, men tað merkir ikki neyðturviliga, at húsarhaldini í 2022 hava keypt størri mongdir av vørum og tænastum í mun til undanfarnu árini, tað kann eisini skyldast at prísirnir eru hækkaðir fitt í 2022.

Hóast føroyingar eru tilvitaðir um, at prísir og rentur hækka, sæst ikki nøkur stórvegis broyting í nýtsluni hjá húsarhaldunum enn. Flestu teirra eru væl fyri fíggjarliga, tí sambært peningastovnunum verður ikki biðið um fleiri skáar, og trotini eru ikki størri enn vanligt hjá privatkundunum.

Slíka hækking í brúkaraprístalinum, sum í øðrum ársfjórðingi 2022, hava vit ikki sæð í Føroyum 14 ár, og tað ávirkar eyðsæð húsarhaldini tá tey verða biðin um at meta um egnu fíggjarstøðu og um búskapin sum heild í brúkarakanningini, sum Hagstovuni ger. Her meta húsarhaldini, at útlitini fyri teirra fíggjarstøðu vera væl verri um eitt ár sammet við í dag. Hinvegin er løntakaratalið methøgt, arbeiðsloysið lágt og tørvurin á arbeiðsmegi sera stórur. Hetta týðir á, at privata nýtslan helst kann gerast størri, enn lægra bjartskygnið í hesi brúkarakanning bendir á. 

Les meira í heystfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo