Setrið: Á middegi fríggjadagin tendrar Máltøknidepilin á Setrinum fyri nýggja Miklamálgrunninum, sum alment verður lagdur fram á tiltaki klokkan 14:00 sama dag.
Miklamálgrunnurin hevur verið í umbúna í nøkur ár, og fólk á Máltøknideplinum á Føroyamálsdeildini hava savnað tekstir, reinsað tilfar og skipað eina ørgrynnu av dátum. Miklamálgrunnurin er ætlaður sum leitisíða, har øll kunnu leita í hesum stóra, fjølbroytta og málsliga markaða føroyska tekstasavninum.
Miklamálgrunnurin fevnir breitt. Her eru ymisk tekstasløg úr mongum ymsum keldum og tíðarskeiðum. Til ber at leita eftir orðum, leitorðum og málfrøðiligum eginleikum, eitt nú kyni og falli, umframt tekstupplýsingum so sum útgávuári, tekstaslagi og høvunda.
Til ber at lesa nógv meira um Miklamálgrunnin sjálvan og fáa leiðbeining um nýtslu av honum, tá heimasíðan verður almannakunngjørd á miklamál.setur.fo.
Í stuttum kann sigast, at í Miklamálgrunninum man okkurt vera til øll, sum so ella so arbeiða við ella stuttleika sær við máli.
Ert tú málfrøðingur, sum vil granska í setningafrøði og málbroyting, lærari, sum vil brúka verulig dømi í føroyskundirvísingini, ella arbeiðir tú kanska við máli og hevur brúk fyri íblástri til onkra orðing, so er Miklamálgrunnurin ætlaður at gera tað bæði lættari og stuttligari.
Almenna tiltakið um Miklamálgrunnin verður klokkan 14:00 fríggjadagin 23. oktober, og øll eru vælkomin á loftsstovuna á Føroyamálddeildini í V.U. Hammerhaimbs gøtu 22.
Í framløguni verður greitt stutt frá verkætlanini og gongdini, og síðani verður leitigrunnurin og møguleikarnir í honum sýndir fram.
Vit tendra Miklamálgrunnin HER.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



