At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Mynd: Visit Faroe Islands

Mynd: Visit Faroe Islands

Mynd: Visit Faroe Islands

Frá 1. apríl kunnu fólk, ið eru liðugt koppsett, ferðast til Føroya uttan at fara í seks daga sóttarhald. Í tí sambandi bjóðar Visit Faroe Islands túsund ókeypis einvegis ferðaseðlar til danir, ið hava fingið seinna koppsetingarprikið.

Einvegis ferðaseðlarnir, ið Smyril Line og Atlantic Airways lata, verða latnir til tey fyrstu 1.000, ið skráseta seg - treytað av, at tey prógva, at tey eru koppsett.

- Við hesum átakinum vilja vit veita ferðavinnuni, ið hevur verið sera hart rakt seinasta árið, eina hjálpandi hond, sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands.

- Nú krøvini fyri, hvør kann vitja uttan at fara í sóttarhald, verða broytt, er hetta eitt gylt høvi at bjóða koppsettum dønum til Føroyar. Gestir úr Danmark umboða næstan helvtina av øllum okkara ferðafólkum, og eru tey einastu, ið kunnu vitja okkum í løtuni.

Átakið er gjørt í samráð við heilsumyndugleikar.

- Tað er av alstórum týdningin fyri okkum, at vit við hesum átakinum ikki seta heilsuna hjá føroyingum í vanda, sigur Guðrið Højgaard.

- Tí hava vit ráðført okkum við heilsumyndugleikar, ið hava tryggjað okkum, at tað er sera lítil sannlíkindi fyri, at koppsett smitta onnur, og at tað er ráðiligt at seta eitt slíkt átak í gongd.

Hóast fólk eru koppsett, sleppa tey kortini ikki undan at taka eina korona kanning við komu til landið, og skulu framvegis í sóttarhald inntil úrslitið av kanningini er tøkt. Tey, ið ikki eru koppsett, skulu framvegis í seks daga sóttarhald og kannast á sætta degi.

Átakið, ið Visit Faroe Islands hevur tikið stig til, er gjørt saman við Atlantic Airways, Smyril Line og Vága Floghavn.

Les meira um átakið á www.visitfaroeislands.com/vaccineret.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo