Tann sum árla rísur, verður bæði ríkur og vísur
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tann sum árla rísur, verður bæði ríkur og vísur
- føroyskt orðatak
Politikkur

Heilsu- og Orkumálaráðið: Nýggja Etiska ráðið, sum tók við 1. oktober, er farið til verka við Katrini Kallsberg, serlækna í kvinnusjúkum, sum forkvinnu. Í dag heilsaði Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum, upp á nýggja ráðið. 

Uppgávan hjá Etiska ráðnum er at fremja og styrkja kjak og vitan um etiskar spurningar á heilsuøkinum, almannaøkinum og kommunala økinum, og at gera bæði myndugleikar og borgarar betur før fyri, at taka støðu í etiskum spurningum. Ráðið skal eisini eygleiða gongdina í samfelagnum, og av egnum ávum taka almennar og prinsipiellar etiskar spurningar upp 0um millum annað gransking í og nýtslu av biotøkni og ílegutøkni. 

Landsstýriskvinnan leggur dent á, at arbeiðið hjá Etiska ráðnum nemur við grundleggjandi spurningar um heilsu, sjálvsavgerðarrætt og ábyrgd fyri hvørjum øðrum. Samstundis heldur hon tað vera týdningarmikið, at ráðið er óheft og hevur frælsi til at velja evni, seta spurningar og koma við egnum metingum.

Etiska ráðið
Etiska ráðið verður valt fyri fýra ár í senn. Nýggja ráðið hevur níggju limir.

Limirnir eru:
Katrin Kallsberg, forkvinna, Vár Honnudóttir, Arni Zachariassen, Súsanna Skaale, Sissal Jørgensen, Regin Berg, Jógvan Páll Fjallsbak, Hanus á Gørðum og Jóngerð Guttesen.

Les meira um Etiska ráðið her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #