40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Tað sleppur Tórshavnar býráð nú ikki at avgera, tí danska løgmálaráðið hevur heitt á allar kommunurnar í landinum at koma við uppskoti um staðseting. Hinvegin skal býráðið taka støðu til, hvar í Tórshavnar kommunu fongslið skal byggjast, um tað skal byggjast í Tórshavnar kommunu.

Føroya landsstýri og danska stjórnin hava skrivað undir eina ætlanaryvirlýsing um at seta ferð á tilgongdina at byggja eitt fongsul í Føroyum. Løgmálaráðið heitir tí á allar kommunurnar í landinum um at koma við uppskotum til staðseting av nýggjum føroyskum fongsli.

Nýggja fongslið skal loysa varðhaldið í Mjørkadali av. Í varðhaldinum í Mjørkadali sita sum meginregla bara persónar, sum hava ein fongsulsdóm, ið er styttri enn 18 mánaðir. Aðrir persónar mugu sum meginregla til Danmarkar fyri at sita dómin.

Við nýggja fongslinum kann væntast, at so at siga allir føroyingar, ið verða dømdir fongsulsrevsing, kunna sita revsingina í Føroyum. Hetta kann hava stóran týdning fyri endurmenningina av tí dømda, tí nógv bendir á, at tað hevur ringa ávirkan á tey føroysku innsettu at verða send til Danmarkar, har tey í nógvum førum koma í samband við eitt nógv ráari kriminelt umhvørvi.

Fyrsta stigið í verkætlanini er, at danska stjórnin og Føroya landsstýri koma ásamt um staðsetingina av nýggja fongslinum. Fleiri ítøkilig krøv eru til staðsetingina, harímillum verður ynskt, at økið liggur tætt upp at bygdum øki og verandi infrakervi og er innan fyri eina rímiliga fjarstøðu frá Havnini.

Gott busssamband verður ynskt til starvsfólk og vitjandi, eins og økið kann gerast partur av einum nærumhvørvi tó soleiðis háttað, at økið kann verða avbyrgt og virka ótarnað í mun til virksemið.

Arresthús varð annars bygt í Havn í 1967, og var hetta í nýtslu, til virksemið varð flutt niðan í Mjørkadal sum ein fyribils loysn í 2011. Søguliga sæð hevur fongslið tí verið ein partur av býarmyndini í høvuðsstaðnum eins og ein sjónligur liður og skylda í samfelagnum, sum umframt at hava tænt endamálinum um varðhald eisini hevur skapt arbeiðspláss í kommununi.

Umsitingin hevur í sambandi við áheitanina hugt eftir møguligum økjum í Tórshavnar kommunu, ið lúka treytirnar í kravfestingini. Víst verður á fimm øki og raðfestar møguleikar, ið øll lúka minsta. Økini eru eitt í Húsahaganum, tvey á Velbastað, eitt á Glyvursnesi og eitt Inni á Gøtu.

Tekniski stjórin og býararkitekturin mæltu til, at umrøða spurningin, um nýtt føroyskt fongsul skal staðsetast í Tórshavnar kommunu, at raðfesta staðsetingarnar at senda sum uppskot til Føroya landsstýri, og at beina málið í býráðið umvegis fíggjarnevndina. Byggi- og býarskipanarnevndin hevur 08. mai samtykt at taka undir við tilmælinum og at raðfesta plássið í Húsahaganum sum nr. 1 og er sinnað, um neyðugt, at samráðast um aðrar staðsetingar. Fíggjarnevndin tekur undir við byggi- og býarskipanarnevndini.

Málið kemur fyri á býráðsfundi í annaðkvøld.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo