Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Tosumeinsang er eitt nýtt føroyskt podcast, sum fer í dýpdina við einum einstøkum lagi hvørja ferð. Í podcastinum er samrøða við tónleikaran, sum hevur skrivað sangin.

Talan er um søgur, sum ikki eru alment kendar um hesi løg og um tónleikaran. Eisini hevur tónleikarin onkran lut við, sum hevur beinleiðis tilknýti til sangin ella lagið, ið er til viðgerðar.

Fyrsta podcastið er við Finni Koba um sangin Gloym Meg Ei. Finnur greiðir eitt nú frá um tíðina, tá hann var innlagdur í viðgerð fyri rúsdrekkamisnýtslu og um brotnan kærleika, sum fekk hann til at skriva orð og lag til sangin.

Í næsta podcastinum er gesturin Eyðun Nolsøe, sum greiðir frá um sangin Til Tey Stressaðu, ið kom út í 1987, og sum framvegis er viðkomandi í 2019.

Tað er Regin W. Dalsgaard, sum er vertur, og sum hevur staðið fyri upptøku, klipping og útgávu av podcastinum. Tosumeinsang er at finna á soundcloud.com/tosumeinsang og á podcast.fo.

Ætlanin er, at podcast.fo skal vera eitt savningarstað fyri alternativ føroysk podcast. Podcast.fo er ikki partur av nøkrum føroyskum miðli.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo