Eitt persónliga tillagað koppingarevni kann minka vandan fyri, at móðurmerkjakrabbi kemur aftur eftir skurðviðgerð. Tað vísir ein stór altjóða kanning, sambært Melanoma Institute Australia.
Í kanningini vóru 1.137 sjúklingar, sum høvdu fingið krabbameinið skorið burtur, men høvdu stóran vanda fyri afturfalli.
Hjá teimum, sum fingu koppingarevnið intismeran saman við immunviðgerðini pembrolizumab, var vandin fyri afturfalli ella deyða 42 prosent lægri enn hjá teimum, sum bert fingu immunviðgerð. Talan er um eina lutfalsliga minking í váðanum.
Koppingarevnið verður gjørt til hvønn einstakan sjúkling við støði í sermerkjum í hansara krabbameinssvulsti. Við mRNA-tøkni lærir tað immunverjuna at kenna aftur og leypa á krabbameinskyknurnar.
Viðgerðin er ætlað fólki, sum hava fingið staðfest krabbamein, og skal fyribyrgja afturfalli eftir skurðviðgerð.
Sambært granskarunum toldu sjúklingarnir sum heild viðgerðina væl. Hjáárinini av koppingarevninum vóru vanliga mild og fyribils, eitt nú høvuðpína, kuldaskjálvti og pína við stungustaðið.
Granskingarleiðarin Georgina Long metir, at úrslitini kunnu slóða fyri líknandi viðgerð av øðrum krabbameinssløgum.
Moderna og MSD menna viðgerðina, sum enn skal góðkennast av myndugleikunum, áðrenn hon verður alment atkomilig.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



