Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Ó hevur í dag gjørt samstarvsavtalu við BankNordik, ið hevur við sær, at BankNordik verður ein týdningarmikil og meiri sjónligur viðspælari í arbeiðinum at menna føroyska lestrarumhvørvið. Úrslitið av samstarvinum verður sjónligt longu í komandi viku, tá ungdómssendingin "Ó-beinleiðis" fer av bakkastokki.

- Føroyska lestrarumhvørvið er í stórari menning. Tað sæst aftur við byggingini av Glasi og útbyggingunum á miðnámsskúlunum á Kambsdali og í Klaksvík, men eisini á stóra vøkstrinum á Setrinum. Tað hava ongantíð verið so nógvir næmingar á Setrinum sum akkurát nú, og útlitini fyri, at uppaftur fleiri fara at lesa í Føroyum, eru stór, tí fleiri útbúgvingar verða bjóðaðar aftaná summarsteðgin. Tí eru vit ovurfegin um avtaluna við BankNordik, sum gevur okkum møguleikan at veita fleiri og betri tænastur, sigur Hanus Samró, stjóri og eigari av Ó.

Ó hevur í samstarvi við Tórshavnar og Klaksvíkar kommunu veitt ókeypis lestrarkort til lesandi. Í hesum fimm ára tíðarskeiðinum hava út við 5000 lesandi fingið ágóðan av tænastuni. Ó hevur harumframt framleitt ungdómssendingina "Ó-beinleiðis," ið hevur til endamáls at varpa ljós á føroysk viðurskifti. Við avtaluni við BankNordik verður ungdómssendingin tryggjað frameftir.

- Vit eru sera fegin um avtaluna, sum gevur okkum møguleika at geva okkara íkast til menningina av føroyska lestrarumhvørvinum, sigur Turið F. Arge, privatkundastjóri í BankNordik.

- Avtalan er ein liður í okkara ætlan um at økja sambandið við føroysk ung og lesandi. Vit hava nógvar góðar tænastur til ung og lesandi, og vit fara komandi tíðina at leggja uppaftur størri orku og arbeiði í at menna okkara tænastur til júst henda málbólkin. Tískil gleðast vit um samstarvsavtaluna við Ó, ið gagnar øllum pørtum, sigur Turið Arge, privatkundastjóri, at enda.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo