Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Ocean Rainforest: Santa Barbara, Kalifornia, 11. oktober 2023: Amerikanska orkumálaráðið hevur umvegis granskingarskipanina Advanced Research Projects Agency - Energy (ARPA-E) gjørt sáttmála við Ocean Rainforest fyri góðar 30 milliónir krónur til framhaldandi tøkni- og marknaðarmenning í samband við taraaling á opnum havi framvið Kalifornia strondini. Við hesum sáttmálanum, sum er partur av átaki nevnt “MARINER”, hevur Department of Energy tryggja Ocean Rainforest umstøður at halda fram við at menna aling av stórtara framvið vesturstrondinu í USA.  

Samstarvið kom upprunaliga í lag, tá Ocean Rainforest fekk í boðið at skipa eina royndarverkætlan í Kalifornia. Ocean Rainforest skal nú lyfta royndarverkætlanina frá øðrum til triðja stig, so farast kann undir veruliga framleiðslu burturúr stórtaranum Macrocystis pyrifera í frálanda umhvørvinum úti fyri Santa Barbara.  

Í samstarvi við aðrar fyritøkur og granskingarstovnar, sum eru partur av “MARINER” átakinum, skal Ocean Rainforest royna nýskapandi alitøkni, so sum sjálvvirkandi gróðursetan, tøkni til skurð, ætlan fyri vøkstri og sjálvirkandi eftirliti, ið betra útlitini fyri fíggjarliga haldførum vøkstri í taraalivinnuni.  

Við verkætlanina ber til at fáa gongd á undanframleiðslu av biomassa, ið lættir um marknaðar tilgongdina fyri tarúrdráttir til mat- og fóðurframleiðslu, sum fer at minka munandi um CO2 útlátið. 

Taraaling er viðurkend sum ein hin mest burðardygga og umhvørvisvinarliga framleiðslan av biomassa. Taraalingin troytir hvørki dyrkilendi ella feskt vatn, og honum tørvar ikki fóður, men bert sólarljós og føðsluevnir í sjónum fyri at vaksa.  

Stjórin í Ocean Rainforest Ólavur Gregersen sigur: “Vit takka teimum sum fíggja verkætlanina, verkaætlanarfelagar, og arbeiðstoymi fyri álit, stuðul og treytaleyst nærlagni  í stríðnum fyri at menna hesa verkætlanina. Vit eru errin um viðurkenningin frá ARPA-E Mariner, tí hon staðfestir eina týðandi undirtøku fyri okkara hugsjón og eldhuga fyri at skapa eina burðardygga framtíð.”  

Ocean Rainforest leggur framhaldandi alla orku í eina nýskapandi og burðardygga taraaling í Norðuratlantshavinum og Útnyrðingskyrrahavinum, sum fremur eina sunna vistskipan. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo