Í hesum døgum verða teldupostar sendir 70.000 persónum sum hava arbeitt í Norðsjónum frá 1998 og fram til í dag, skrivar NRK.
Her verður spurt hvørjum boripalli tey hava starvast á, og nær og hvørjar arbeiðsuppgávurnar hava verið.
Endamálið er at avdúka tað sum hildið verður er yvirtíttleiki av álvarsomum sjúkum millum oljuarbeiðarar.
Ein líknandi kanning var gjørd í 1998 sum vísti júst tað. Men tá var kanningin á pappíri, og nú verður roknað við at fleiri fara at svara tá ið hetta verður gjørt elektróniskt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo