Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á fyrispurning eftir tingskipanini § 52 a nr. 52-069/2023 frá Liljan Weihe, løgtingskvinnu, settur Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni. Fyrispurningur um børn og ung, sum føroyskir myndugleikar senda til Danmarkar.

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvat eftirlit hava føroyskir myndugleikar við stovnum og skúlum, sum føroysk børn og ung verða send á í Danmark

2. Hvussu langt er arbeiðið at dagføra barnaverndarlógina komið?

3. Hvussu langt er arbeiðið at gera eina landsætlan til barnaverndarmál komið?

4. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at tryggja, at vit taka ábyrgd og sjálvi taka okkum av hesum børnunum og ungu?

Svar
Til 1 og 3:
Barnaverndarnevndin hevur sambært § 16 í barnaverndarlógini skyldu til at hava eftirlit við, hvussu barnið hevur tað, eftir at ein fyriskipan er sett í verk. Í hesum sambandi hevur barnaverndarnevndin skyldu til at meta um, um fyriskipanin virkar eftir ætlan ella eigur at verða broytt. Endamálið við eftirlitinum er at tryggja, at fyriskipanin alla tíðina gagnar barninum og stuðlar uppundir at náa teimum málum, ið eru sett. Barnaverndarnevndin hevur ábyrgdina av at broyta ella seta nýggjar fyriskipanir í verk, um eftirlitið vísir, at tørvur er á hesum.

Í mun til børn, ið eru sett heiman, skal eftirlitið fevna um minst tvær samtalur árliga við barnið, sbrt. § 16, stk. 3 í barnaverndarlógini. Hetta er eisini galdandi fyri børn, ið eru á stovni uttanlands, har málsviðgerin vitjar barnið á stovninum. Samtalan skal í størst møguligan mun gerast, uttan at starvsfólk á stovninum eru hjástødd. Hetta fyri at tryggja, at barnið kann tosa frítt um, hvussu tað hevur tað, og um trupulleikar eru.

Endamálið við samtaluni er at fáa innlit í, hvussu barnið trívist í fyriskipanini, og hoyra barnsins egnu meting av umstøðunum/viðurskiftunum. Harafturat er endamálið at tryggja, at málini, ið eru sett fyri barnið, verða nádd, og at endamálið við at seta barnið heiman kann røkkast í tí ítøkiligu fyriskipanini.

Nevnast kann, at Barnaverndarstovan er í fer við at gera eina mannagongd fyri, hvussu barnasamrøður skulu fremjast. Hetta er grundað á frágreiðingina hjá Løgtingsins Umboðsmanni um barnasamrøður.

Ætlanin er yvirskipað á landsplan framhaldandi at arbeiða við at menna barnaverndarøkið, soleiðis at øll umsorganaryvirtikin børn í Føroyum kunnu trívast og mennast í einum samfelagi, har dentur verður lagdur á at raðfesta børn og ung, ið hava brúk fyri serligum stuðli.

Til 2: Uppskot til ávísar broytingar í barnaverndarlógini varð sent í almenna hoyring tann 10. januar 2024 við freist at svara 31. januar. Uppskotið er at finna á heimasíðuni hjá Barna- og útbúgvingarmálaráðnum.

Ætlaða broytingin av fosturforeldraskipanini verður ikki framd á hesum sinni, av tí at avgjørt er at seta ein arbeiðsbólk, ið skal kanna og lýsa fosturforeldraskipanina nærri í mun til, hvat tørvur er á at broyta. Henda lýsing verður eftir ætlan liðug á heysti 2024.

Til 4: Mítt ynski og mál er, at øll umsorganaryvirtikin børn fáa nøktandi hjálp í Føroyum, óansæð hvørjar avbjóðingar tey hava. Eg vil arbeiða fyri, at neyðugu fakligu førleikarnir verða mentir her í Føroyum, og at fleiri stovnar verða skipaðir ella núverandi útbygdir, soleiðis at møguligt verður at veita hesum børnum ta røkt, umsorgan og sosialpedagogisku viðgerð, sum tey hava tørv á. Vit skulu nýta útreiðslurnar til stovnspláss uttanlands til at uppraðfesta og menna okkara egnu vælkvalifiseraðu viðgerðartilboð í Føroyum.

Umframt hetta er týdningarmikið í nógv størri mun at stremba eftir, at umsorganaryvirtikin børn koma í eina fosturfamilju heldur enn á barnaverndarstovn. Hetta ætli eg at arbeiða víðari við í sambandi við broytingina av fosturforeldraskipanini, sum er nevnd í svarinum til spurning nr. 2.

Arbeiðið við at menna fleiri tilboð og førleikar í Føroyum er longu farið í gongd. Sum dømi kann nevnast, at Almannaverkið hevur skipað ein stovn á Karlamagnusarbreyt, sum serliga er egnaður til børn, ið hava eina sjálvskaðandi atferð og misbrúk av ávísum slagi. Starvsfólkini á hesum stovni hava fingið eftirútbúgving og undirvísing í serligum viðgerðarháttum. Fakligu førleikarnir hjá hesum starvsfólkum eru mentir soleiðis, at tey kunnu veita og tryggja neyðugu viðgerðina til henda málbólk.

Eisini kann viðgerðarstovnurin til børn og ung við rúsevnistrupulleikum nevnast. Hesin stovnur er burturav serliga egnaður til børn, ið hava rúsevnistrupulleikar av ávísum slagi.

Miðað verður ímóti, at seta í verk fleiri líknandi skipanir í Føroyum til aðrar málbólkar.

Djóni Nolsøe Joensen
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo