Svar frá Jacob Vestergaard, landsstýrismanni, upp á skrivligan fyrispurning nr. 52070/2026 frá Súsonnu Bertholdsen, løgtingskvinnu um samanhangandi ferðasamband
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu verða ferðaætlanirnar hjá Strandfaraskipum Landsins lagdar fyri at tryggja góðan samanhang millum bussar, ferjur og flogferðsluna hjá Atlantic Airways?
2. Er regluligt og skipað samstarv millum SSL og Atlantic Airways um ferðaætlanirnar, soleiðis at buss- og ferjusambond í størst møguligan mun hóska til fráferðar- og komutíðirnar hjá flogferðsluni?
3. Hvar metir landsstýrismaðurin, at tørvur er á at bøta um samskipanina millum almenna ferðasambandið og flogferðsluna?
4. Hvørji stig ætlar landsstýrismaðurin at taka til eina meira miðvísa og brúkaravinarliga samskipan av ferðaætlanunum, har ferðin hjá borgaranum frá byrjan til enda verður sett í miðdepilin, og nær verða tey tikin?
Svar til spurning 1
Flogferðslan um Vága Floghavn er nógv økt seinastu árini, og eftirspurningurin eftir fleiri fráferðum á vesturleiðunum, leið 300 (Tórshavn-flogvøllurin-Sørvágur) og leið 350 (Tórshavn/flogvøllurin-Sørvágur/Bøur), er eisini øktur samsvarandi. Tí hevur Strandferðslan seinastu árini økt túratalið á leið 350 um summarið fyri at styrkja busssambandið á hesi leiðini.
Í desember 2025 varð ferðaætlanin á leið 300 dagførd fyri at samskipa hana betur við fleiri aðrar leiðir. Samstundis varð ein royndarkoyring sett í verk í sambandi við nógvu jóla- og nýggjársferðsluna um flogvøllin. Ætlanin er at endurtaka royndarkoyringina um jólini í ár og til nýggjárs.
Hóast økta tørvin á flutningi til og frá flogvøllinum kann Strandferðslan ikki seta óavmarkaða almenna busskoyring inn á leiðina. Strandferðslan skal hava fyrilit fyri fíggjarligu kørmunum hjá Bygdaleiðum, og við verandi ferðaseðlaprísum merkir hetta, at annaðhvørt má játtanin hækkast ella túratalið á øðrum leiðum skerjast.
Ein annar møguleiki er at strika tunnilsgjøldini fyri almenna busskoyring, og nýta peningin til at betra busssambandið til og frá flogvøllinum. Ein onnur hóskandi loysn kundi verið at sett eina ítøkiliga flogvallarleið á stovn við beinleiðis sambandi millum flogvøllin og meginøkið.
Hetta hevði tó kravt fleiri bussar og harvið eisini eina hægri játtan.
Svar til spurning 2
Síðani 2024 hava Vága Floghavn og Strandferðslan havt eina skipan, har Strandferðslan støðugt hevur atgongd til yvirlit yvir flogferðsluna. Hetta ger tað møguligt at samskipa busssambandið við flogferðsluna so væl sum gjørligt. Fyrilit skal tó havast fyri, at ferðaætlanirnar á vesturleiðunum eisini skulu nøkta flutningstørvin hjá øðrum ferðandi í vesturøkinum, eitt nú miðnámsskúlanæmingum og fólki, ið pendla til og frá arbeiði. Tí ber ikki til einans at tillaga ferðaætlanirnar eftir tørvinum hjá ferðandi um flogvøllin.
Harumframt er tað avmarkað í hvønn mun, Strandferðslan kann laga fráferðir og komur hjá bussunum til seinkingar í flogferðsluni.
Svar til spurning 3 og 4
Høvuðsendamálið hjá Strandferðsluni er at tryggja eitt trygt og gott ferðasamband til borgarar kring landið, og harvið skapa góðar fortreytir fyri, at fólk kunnu búgva og virka kring alt landið. Strandferðslan roynir tí, alt tað ber til, at nøkta flutningstørvin hjá teimum ferðandi, samstundis sum fyrilit verður havt fyri ferðsluni um flogvøllin og fáa hetta samskipað við aðrar bygdaleiðir og siglingina á oyggjaleiðum.
Flogferðslan til og úr Føroyum er í stóran mun tongd at flogferðsluni í størri floghavnum úti í heimi. Flogfeløgini leggja sínar komur og fráferðir um Vága Floghavn eftir, hvussu ferðaætlanin passar til tørvin hjá teimum ferðandi at flúgva víðari út í heim ella at koma til Føroya úr øðrum londum.
Tískil er tað ein torfør uppgáva hjá bæði Strandferðsluni og Atlantic Airways at samskipa allar flogtíðirnar við almennu busskoyringina, samstundis sum atlit skulu takast til fráferðir á øðrum bygdaleiðum og siglingina á oyggjaleiðum. Strandferðslan miðar tó altíð eftir at samskipa ferðaætlanirnar hjá bygdaleiðum og oyggjaleiðum so væl sum gjørligt, bæði sínámillum og við flogtíðirnar hjá Atlantic Airways. Sum nevnt omanfyri eru tó fleiri fyrilit, sum skulu havast í hesum sambandi.
Yvirskipað hevur Strandferðslan eitt gott samstarv við bæði Vága Floghavn og Atlantic Airways, sum øll ynskja at betra um tænastuna millum flogferðsluna og koyringina á bygdaleiðum.
Strandferðslan arbeiðir áhaldandi við at menna og betra almenna busssambandið til og frá flogvøllinum. Sambært samlaðu hagtølunum frá 2025 komu 15,5% av teimum ferðandi á leið 300 og 350 umborð á flogvøllinum, meðan 36% komu umborð í Tórshavn. 48,5% komu sostatt umborð aðrastaðni á leiðini millum Tórshavn, Sørvág og Gásadal.
Í sambandi við dagligu fráferðina hjá Atlantic Airways kl. 08.20 ber í dag til at taka leið 300 úr Tórshavn kl. 05.40 og 06.45, umframt kl. 06.30 í vikuskiftinum. Ferðaætlanin fyri leið 300 er í hesum sambandi løgd eftir vegleiðing frá Vága Floghavn og Atlantic Airways um, nær ferðafólk eiga at møta á flogvøllinum undan fráferð.
Vinnumálaráðið, 22. oktober 2026
Jacob Vestergaard
landsstýrismaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



