Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Vit kenna hana øll – ljósagrøna plantan, sum hóast sín vakurleika, ger meira skaða enn gagn. Ein nýggj altjóða frágreiðing hjá IPBES vísir, at innræsnar plantur eru orsøk til størsta partin av minkingini í náttúrufjølbroytni. Innræsnar plantur gera um seg kring allan heimin – og vit síggja tær eisini í Runarvíkar kommunu og aðrastaðni í føroysku náttúruni. Sum dømi um slíkar innræsnar plantur kunnu nevnast garðaskøran, sponsk hindber og blóðdroparunnur, vælkend undir navninum fuchsia.

Mikukvøldið 15. novembur fer Náttúrunetverkið við Runavíkar kommunu at odda at varpa ljós á evnið við einum almennum tiltaki í Løkshøll. Á tiltakinum, sum eitur ”Øra skøra”, fara serfrøðingar at greiða frá um innræsnar plantur bæði á altjóða støði og í Føroyum, umframt at geva praktiska vegleiðing í, hvussu innræsnu planturnar kunnu basast. Aftaná verður pallborðskjak, og høvi verður at seta serfrøðingunum spurningar úr salinum.

Skrá: Øra skøra

Mikukvøldið 15. novembur 2023 í Løkshøll kl. 19.00-21.00.

Orðstýrari er Sigrid J. Dalsgaard

Skrá

Kl. 19.00 - Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, bjóðar vælkomin

Kl. 19.15 - Sjúrður Hammer frá Umhvørvisstovuni um nýggja altjóða frágreiðing (IPBES) og borgaraluttøka í stríðnum ímóti innræsnum plantum.

Kl. 19.30 – Kolbrún í Haraldsstovu frá Tjóðsavninum um innræsnar plantur í Føroyum

Kl. 19.45 – Steðgur

Kl. 20.00 – Rakul Arnfríð Dam frá Skógrøkt og Búgvi Róin frá Vága kommunu um ávikavist fyribyrging og týning av innræsnum plantum

Kl. 20.15 - Pallborðskjak og spurningar úr salinum.

Við pallborðið sita: Sjúrður Hammer frá Umhvørvisstovuni, Kolbrún í Haraldsstovu frá Tjóðsavninum, Rakul Arnfríð Dam frá Skógrøkt, og Búgvi Róin frá Vága kommunu.

Kl. 21.00 – Liðugt

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo