Arbeiði spillir ongan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Arbeiði spillir ongan
- føroyskt orðatak
Lesarin skrivar

Næmingar á hondbóltsbreytini í Skúlanum á Fløtum fara námsferð til Trier 24. november til 1. desember at hyggja at endaspæli í hondbólti hjá kvinnum, og í gjár sendi skúlin rokning til foreldrini á 11.000 kr. fyri hvønn av teimum 20 næmingunum. Nátturði, flutningur til og frá flogvølli, aktivitetir uttan fyri hsf og lummapengar eru ikki íroknað, so ferðin kemur lættliga at kosta 15.000 kr. fyri hvønn næming.

Foreldrini fingu teldupost 6. august við kunning um ferðina, “tilboðið” var 10.500 kr.

Skúlin legði ordiliga bólkatrýst á, prísurin var treytaður av, at øll 20 børnini komu við, og svar skuldi gevast innan eina viku. Børnini vóru longu kunnaði og gleddu seg, so eingin vildi vera tann sum segði nei.

Eingin ráðleggingarfundur var hildin við foreldrini, áðrenn telduposturin við freistini var sendur. Fleiri av foreldrunum starvast innan ferðavinnuna, og øtaðust um prísin, og bjóðaðu seg til at finna bíligari loysn, men svarið frá skúlanum var, at talan var um tilboð frá ávísum fyriskipara sum longu hevði keypt øll atgongumerkini til hondbóltsfinaluna, so møguleiki var ikki at finna aðra loysn, hetta var eitt pakkatilboð.

Talan er um sama hotell við tvey-manskømrum, sum allir hinir føroyingarnir fara á. Og verður tað sum seinasta hondbóltsfinala í Berlin, so verður rimmar ball á hotellinum, og børnini eru 15 ár, tannáringar. Tað er ikki hóskandi stað til eina námsferð, og hví skal man fara á fínt hotell við tvey-mans kømrum á námsferð?

Í hesum tíðum, tá prísirnir bara hækka, har fólk ikki hava ráð til mat er hetta púra skilaleyst.

Foreldrini hava kært sína neyð til skúlan, at hetta er alt ov dýrt at krevja at foreldur leggja 15.000 kr. út beint áðrenn jól. Onkur foreldur hava spart saman til at fara til hondbóltsfinalur í Oslo í januar og ætla at geva børnunum tað í jólagávu, men so kemur hendan ferðin afturat.

Námsferðir í fólkaskúlanum eru farnar púra av kós, og tað er sama skil runt landið.

Fleiri skúlar fara hvørt ár til Spania umvegis felagið Sólorku, ferðir sum kosta nógvar túsund krónur. Í dag kunnu foreldur ikki spara saman at fara ferðir saman við børnunum, fyri tað fyrsta, tí tey hava ikki ráð. Tey skulu rinda fyri námsferðir, og fyri tað næsta er støðið á námsferðum so høgt, at tað skal ein luksusferð á fimmstjørnaðum hotellið fyri at toppað námsferðina.

Hví verða leiðreglur fyri námsferðir ikki gjørdar? Hví steðgar ongin hesum?

Tað hoyrur ikki heima í einum fólkaskúla at áleggja bólkatrýst og stórar rokningar á foreldur.

Ein fólkaskúli eigur at vera ókeypis og fyri øll.

Frustrerað foreldur

Les viðmerking frá Regin Marnersson, skúlastjóra, her

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #