Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Øssur Johannesen listamaður, tónleikari og skald, hevur eina listaframsýning á Bókasavninum við Løkin í Runavík.

Øssur er víðakendur listamaður og er umboðaður á Listasavni Føroya og á listasøvnum í Danmark. Øssur er umboðaður í fleiri bókum um føroyska list og bøkur um list hansara eru eisini útkomnar.

Øssur hevur havt fleiri framsýningar í Norðanlondum og uttanlanda. Bara í ár hevur hann luttikið á stórum listaframsýningum í París, Frankaríki, í Hollandi og í Keypmannahavn.

Hann hevur útgivið hópin av fløgum solo umframt duo saman við øðrum tónleikarum sum Karsten Vogel, Hans Karl Hansen, Hjalta Joensen, Agnar Lamhauge og Rasmus Rasmussen. Hann hevur eisini skrivað yrkingasøvn og skrivað eina listabók um Tummas Jákup Thomsen.

Framsýningin lat upp fríggjadagin 23. september og er opin til og við týsdegnum 25. oktober. Framsýningin er opin tá bókasavnið er opið – yrkadagar 13-18 og leygardagar 10-14.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo