Ísraelski herurin, IDF, boðar frá, at Asem Abu Rakaba í nátt er dripin í einum loftálopi á Gaza. Maðurin var ein av teimum, sum legði blóðuga álopið 7. oktober á Ísrael til rættis .
Samstundis frættist, at alt samskiftið til og frá eins og innanhýsis í Gaza í nátt varð kvett, eftir at ísraelar bumbaðu mastrarnar hjá teimum báðum veitarunum av telesamskifti í Gaza.
Ísraelski herurin er so spakuliga farin at ota seg inn í Gaza geiran, og tað frættist frá hørðum bardøgum á landjørðini.
Ein stórur meiriluti atkvøddi fyri eini yvirlýsing, sum heitti á partarnar um at leggja vápnini alt fyri eitt av humaniterum orsøkum. 120 lond atkvøddu fyri yvirlýsingini, 45 lond atkvøddu ikki, teirra millum Danmark og Svøríki. 14 lond atkvøddu ímóti, teirra millum USA og Ísrael.
Overnight, IDF fighter jets struck Asem Abu Rakaba, the Head of Hamas' Aerial Array.
— Israel Defense Forces (@IDF) October 28, 2023
Abu Rakaba was responsible for Hamas' UAVs, drones, paragliders, aerial detection and defense.
He took part in planning the October 7 massacre and commanded the terrorists who infiltrated…
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo