40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Umhvørvismálaráðið: Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, vil, at fólk skulu hava atgongd til óhefta orkuráðgeving. Tað snýr seg bæði um, hvør rætta varandi orkuloysnin hjá hvørjum einstaka er, og hvussu til ber at minka orkunýtsluna. Tí er munadygg vegleiðing innan orkuøkið raðfest við 1 mió. kr. í fíggjarlógaruppskotinum, sum í dag varð lagt fyri Løgtingið.

Talan verður bæði um vegleiðing um, hvussu orkunýtslan til upphiting kann minka, og um hvørja orkuskipan kann vera tann rætta, í mun til hvussu bústaðurin er skipaður.

”Ofta kenna fólk seg slept upp á fjall, tá tey skulu finna røttu orkuloysnina. Trupult er at vita, nær talan er um ráðgeving, og nær talan er um sølu. Eg vóni, at hendan óhefta vegleiðingin kann hjálpa, at finna ta mest skynsomu orkuloysnina.”, sigur Ingilín D. Strøm.

Vegleiðingin fer í fyrstu syftu at snúgva seg um orkutørv og upphiting av húsum - men sum frálíður er eisini ætlanin at hyggja eftir, hvussu øki, sum eru tættbygd, kunnu gagnnýta kollektivar skipanir, sum byggja á ymiskar orkukeldur.

Umhvørvisstovan kemur í fyrstu syftu at fyriskipa hetta arbeiðið - men dentur verður eisini lagdur á samstarv millum viðkomandi almennar myndugleikar.

Óheft orkuráðgeving er átak 15 í orku- og veðurlagspolitikkinum, og er hetta sostatt liður í arbeiðinum at avmarka útlátið av vakstrarhúsgassum sambært altjóða sáttmálanum á økinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo