![](https://www.vp.fo/fileadmin/user_upload/Heilsimidstodin.jpg)
![](https://www.vp.fo/fileadmin/user_upload/Heilsimidstodin.jpg)
Almenn móttøka verður í Heilsumiðstøðini í Miðvági 31. mai kl. 13.00-16.00 í samband við, at Psykiatriski depilin á Landssjúkrahúsinum nú veitir økispsykiatriska tænastu og virksemi í oynni.
Endamálið er, at borgarar skulu hava møguleika at fáa psykiatriska røkt og viðgerð í egnum nærumhvørvi.
Í samband við móttøkuna bjóðar Birgit Andersen, leiðari í Økispsykiatriini vælkomin, og Landsstýriskvinnan í Heilsu- og Innlendismálum sigur nøkur orð.
Umboð fyri Vága kommunu og fyri Landssjúkrahúsið vera eisini tilstaðar.
Ábit, kaffi og tónleikur verður.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo